Bjarni Jørgensen var púrasta avkláraður um avrikið, tá vit eftir dystin fingu orðið á kantspælaran, sum hesaferð byrjaði sum framrættaður miðvallari í eini diamant-formatión á miðvøllinum.
- Spælið hjá okkum hekk slettis ikki saman. Vit skaptu snøgt sagt einki ígjøgnum allan dystin, og tað er ikki nóg gott, staðfesti hann.
Hann ásannaði, at VB kanska hevði ligið nakað aftarliga á vøllinum, og at hetta hevði darvað heimaliðnum, men hetta vildi hann á ongan hátt brúka sum nakra umbering. Og heldur ikki vildi hann vera við, at Skála á nakran hátt hevði undirmett VB.
- Vit vóru bara ikki nóg góðir. Somikið einfalt er tað! Nú ræður um at gloyma hetat avrikið sum skjótast, soleiðis at vit afur eru uppi í snúningum móti GÍ komandi vikuskifti, var seinasta staðfestingin frá Bjarna Jørgensen.









