Toppliðið NSÍ fer sunnudagin at vitja botnliðið AB. Eingin ivi er um, hvør er favorittur, men í Runavík undirstrika teir, at talan er um avbjóðing, sum á ongan hátt skal undirmetast:
- Teir hava megnað at fingið stig ímóti bæði HB og B36 á heimavølli. Tað sigur ikki so lítið, vísir veteranmálverjin Jens Martin Knudsen á.
Men metir tú ikki tykkum at vera greiðar favorittar?
- Um vit ætla okkum at vinna FM, so mugu vit royna eftir trimum stigum á Argjum. Men eg vil undirstrika, at tað als ikki er talan um avgreiðsluspurning, undirstrikar Jens Martin Knudsen.
Men AB stóð seg ikki væl ímóti HB?
- HB spældi framúr væl. AB hevur nógvar góðar spælarar. Takið er at fáa teir at rigga sum lið. Undir dystinum móti HB vórðu broytingar gjørdar, og tað hjálpti beinanvegin. Tí ivist eg ikki í, at AB verður betri fyri móti okkum, enn argjamenn vóru mikukvøldið.
Á Argjum verður ásannað, at støðan ikki er serliga hugalig, nú tað eftir vikuskiftið bara verður ein triðingur eftir av fyrsta kappingarárinum hjá AB í bestu deildini.
- Enn er møguleiki fyri, at vit kunnu bjarga okkum, og vit fara at leggja tað í, sum tað stendur til okkara at gera, er viðmerkingin uttan fyri ánna.










