Nú einans ein vika er til ólavsøku, eru tey nógv, ið spent hyggja eftir veðurforsøgnunum.
Sambært forsøgnunum hjá norsku veðurtænastuni YR, so verður tað turt í veðrinum á Ólavsøku, so ólavsøkugestirnir nýtast ikki at taka regnskjólini við í býin.
Tó at tað er turt, so er útlitini fyri sól vánalig. Hvørki 28. ella 29. juli boðar YR frá sól.
Vindurin verður mettur at liggja um 8-9 metrar um sekundið 28. juli, men minkar niður á 5-7 metrar um sekundið 29. juli. Hitin báðar dagarnir liggur um 10 stig.