Einki røkist fyri semju

Einki samband er í løtuni millum stríðandi partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað vátta bæði Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, og Annika Olsen, nevndarforkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.


Harumframt hevur hvørgin av partunum sett seg í samband við semingsstovnin, ið gav skarvin yvir í síðstu viku, aftaná at báðir partar høvdu vrakað seinasta semingsuppskotið.


Annika Olsen upplýsir tó, at tey eru klár at fara aftur til samráðingarborðið.


- Dagin fyri at vit boðaðu frá verkbanni tóku vit samband við Pedagogfelagið og heittu so inniliga á tey, um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað vildu tey ikki tá, men tann áheitanin stendur enn við, sigur Annika Olsen.