Einki ræðandi

Høgni Klein helt, at dysturin í Vestmanna var merktur av ov nógvari ferð og einum StÍF liði, sum einki hevði at spæla fyri

Hondbóltsprát

Millum áskoðararnar í Vestmanna týskvøldið var eisini størsti parturin av mansliðnum hjá Kyndli. Ein av leikarunum her var Høgni Klein, og tó at hann sá ein tryggan VÍF-sigur, so helt hann ikki, at hetta í sjálvum sær var ræðandi.
Efitr dystin spurdu vit hann, um hann kanska hevði lagt okkurt til merkis, sum Kyndil kann gera sær dælt av leygardagin.
- Tað er altíð okkurt, sum tú sært, men sum so haldi eg ikki, at talan var um nakran góðan dyst. Leikferðin var høg, men í nógvum førum gjørdist hon ov høg, soleiðis at nógv mistøk vórðu framd.
- Dysturin varð eisini merktur av, at StÍF ikki hevði nakað at spæla fyri. Tann parturin verður so øðrvísi leygardagin, so eg dugi ikki ordiliga at síggja, at hesir báðir dystirnir kunnu samanberast.
Og so sjálvandi varð spurningurin eisini settur, hvussu Kyndil ætlar sær at spæla móti VÍF í gullbrakinum.
- Tað verður á sama hátt, sum móti Neistanum. Vit mugu út at tackla skjúttarnar hjá teimum. Ikki minst nú Áki Olsen eisini er við. Megna vit tað, so ivist eg ikki í, at vit skulu klára tað, segði ein sannførdur Høgni Klein at enda.