Á heimasíðuni kjak.fo kom ígjár fram, at einki Prix Føroyar verður í 2007. Vit hava roynt at fingið tíðindi váttaði, men hvørki úr Norðurlandahúsinum, Kringvarpinum ella Føroya Undirhaldstónleikarafelagi verða tíðindi váttaði, men tey verða heldur ikki avváttaði.
- Vit hava havt ein fund, og eru farin hvør sær at tosa um málið innanhýsis, sigur <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Niels Halm"$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$ stjóri í Norðurlandahúsinum.
Hann greiður frá, at innan fyri eina ella tvær vikur, verður endaliga avgerðin tikin, og so verður eitt samlað tíðindaskriv sent út. Eisini Ivan Niclassen úr Kringvarpinum er fáorðaður um málið.
- Vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð, um vit fara at skipa fyri Prix Føroyum komandi ár. Vit hava havt fund við FUT og Norðurlandahúsið, og tosa nú um málið innanhýsis. Vit koma væntandi við einum tíðindaskrivi um eina til tvær vikur, sigur Ivan Niclassen.
Hann vil ikki koma við øðrum viðmerkingum í løtuni, og vísir annars til <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kaj Johannesen"$?$end$!$Kaj Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ formann í Føroya Undirhaldstónleikarafelag, tí FUT er høvuðsfyriskipari.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kaj Johannesen"$?$end$!$Kaj Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ kann hvørki vátta ella ávátta, um Prix Føroyar verður á skránni í 2007. Hann sigur, at í løtuni viðgerð Kringvarpið málið innanhýsis, og tá Kringvarpið vendur aftur - møguliga einaferð í komandi viku - so verður avgerð tikin og eitt felags tíðindaskriv sent út.
Spurdur um hann kann ímynda sær Prix Føroyar uttan Kringvarpið og uttan Norðurlandashúsið við í fyriskipanini, sigur Kaj, at hetta hevur hann slettis ikki hugsað um enn. Men um tað verður aktuelt, so má tann møguleikin eisini umhugsast.
Vit spurdu <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Niels Halm"$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$, hví man yvirhøvur umhugsar málið, Prix Føroyar hevur verið ein tann týdningarmesti brikkurin í menningini av føroyskum tónleiki, síðan prixið kom á skránna fyrstu ferð, og hevur verið beinleiðis orsøk til, at sera nógv føroysk mentan er skapt.
- Tað hendur øgiliga nógv á tónleikapallinum bæði Planet Awards, festivalar og GBOB, harafturat velur Dimma eisini bestu fløgu, og tá nógvar broytingar eru á tónleikapallinum, mugu vit eitt umhugsa okkara støðu á honum, sigur <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Niels Halm"$?$end$!$Niels Halm</st1:PersonName$?$end$!$, ið tó leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin, um prixið verður ella ei.
Prix Føroyar hevur verið annað hvørt ár síðan 1995, hetta hevur hvørja ferð verið ein av størstu tónleikahendingunum her á landi. Til finaluna ferðast hópin av útlendskum gestum til Føroyar at uppliva blómandi føroyska tónleika lívið. Kappingin hevur vakt stóran ans uttanlands, og fyrr í ár gjørdi Áland av at fara undir sína egnu útgávu av prixnum við føroysku kappingini sum íblástri.
Millum Prix vinnararnar higartil finna vit fólk sum Eivør Pálsdóttir og Høgna Lisberg við Clickhaze, Teitur Lassen við Mark No Limits. Hetta eru í løtuni millum tey føroysku nøvnini, ið klára seg best uttanlands. Hóast prixið kann hava verið eitt slag av íblástri fyri hesi tónlistarfólk, er merkisverdigt, at tey eru farin uttanlands at royna seg sum einstaklingar. Tað er nevniliga so, at av teimum seks bólkunum, ið hava vunnið Prix Føroyar er bert ein til longur, tað er Gestir.
Prix vinnarar
1995 Moirae
1997 Mark No Limits
1999 Taxi
2001 Clickhaze
2003 Gestir
2005 Go Go Blues