Einki politiskt comeback frá Signari

- Eg eri farin burtur úr politikki, og eg ælti mær ikki upp í aftur. Nú gangi eg upp í skúlastjórastarvið í Klaksvík við lív og sál, sigur Signar á Brúnni við Rás 2 Síðani í fjør hevur Signar á Brúnni úr Fuglafirði verið skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Í fyrstu syftu var ætlanin, at Signar skuldi traðka til eitt styttri tíðarskeið, men nú er hann í føstum stjórastarvi í skúlanum.

- Eg fekk ein áheitan frá Mentamálaráðnum um at gerast skúlastjóri í Klaksvík, meðan søkt var eftir nýggjum stjóra, og eg tók av tí. Eg kendi meg sera vælkomnan í Klaksvík, og tá søkt varð eftir nýggjum stjóra, fekk eg fleiri áheitanir um at søkja starvið, og tað gjørdi eg, sigur Signar á Brúnni við Rás 2.

Hóast Signar á Brúnni er kendur sum politikari, hevur skúlin í enn størri mun verið partur av hansara yrkisleið.

- Skúlin hevur verið mítt lív. Eg hevði verið í bankalæru, men søkti so at verða vikarur í Gøtu skúla í 1963. Og eg kendi beinanvegin á mær, at hetta var tað rætta fyri meg. Eg tók síðani útbúgving sum lærari og havi virkað í skúlanum síðani, sigur Signar á Brúnni, ið áður hevur verið løgtings- og landsstýrismaður.

Hann ætlar sær ikki at gera comeback í politikki.

- Eg eri farin burtur úr politikki, og eg ælti mær ikki upp í aftur. Nú gangi eg upp í skúlastjórastarvið við lív og sál, og tað ætli eg mær framhaldandi at gera. Mær dámar væl at royna nakað nýtt innan skúlan, og tað geri eg í Klaksvík, og eg eri helst mettaður av politikki, sigur Signar á Brúnni við Rás 2.