Einki plástur er komið í livradeiggið í Miklagarði

Í Miklagarði í SMS hava tey eftirkannað allar mannagongdir og tosað við fólkini, sum hava gjørt livradeiggið – og tey eru vís í, at einki plástur ella líkandi er komið í vøruna í Miklagarði

- Einki heftiplástur í komið í handan livradeiggjpakkan hjá okkum!

So avgjørdur er Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði í SMS.

Fríggjadagin høvdu vit mynd av einum pakka av livradeiggi, sum varð keyptur í Miklagarði, har eitt, ið líktist einum heftiplástri var í. 


Jørgen Jørgensen sigur, at hann síðani fríggjadagin hevur eftirkannað allar mannagondir og tosað við tey fólkini, sum hava gjørt hetta livradeiggið. Hann sigur, at eingin í Miklagarði arbeiðir við heftiplástri á fingrunum, og at tey altíð eru í steriliseraðum plastikhandskum, so eitt heftiplástur kann ikki fara av nøkrum fingri og í vøruna. Hann sigur eisini, at tað er heldur eingin hyll omanfyri, higani nakað tílíkt kann detta niður í vøruna. Tí er hann eitt hundrað prosent vísur í, at einki tílíkt er komið í vøruna í Miklagarði. 


Miklagarður keypir alla ráðvøruna til livradeiggið frá veitarum í Danmark, og so verður tað framleitt og pakkað í Føroyum. 


- Eg havi tosað við veitararnar í Danmark. Teir siga sum útgangspunkt, at slíkt kann ikki koma fyri. Og um nakað fremmantlikam skuldi verið í, siga teir, at so er tað mest sannlíkt eitt petti av kunsttarmi – tað er slíkt, sum eitt nú vanlig speipylsa er pakkað inn í, sigur Jørgen Jørgensen, sum vísir á, at man ongantíð heilt kann gardera seg, tá man hevur við fólk at gera í slíkari matvøruframleiðslu. Men hann sigur kortini við vissu, at tað, sum er komið í hatta livradeiggið, er komið í vøruna, áðrenn hon er komin til Miklagarð. 


Á stóru sláturvirkjunum í Danmark verður annars nógv gjørt við at eftirkanna, so fremmandlikam ikki koma í matvøruna. Tey hava eitt nú metaldetektorar, sum kanna um nakað metal kemur í vøruni. 


- Kortini er tað hent, at onkur hevur fingið eitt pylsuklips inni í eini pylsu frá stóru pylsuveitarunum í Danmark, so slíkt kann henda, tá tað eru menniskju, sum fáast við vøruna, vísir Jørgen Jørgensen. 


Jørgen Jørgensen hevur sæð pakkan, sum vit høvdu í blaðnum leygardagin. Uttan at hava havt møguleikan at kanna hann út í æsir, so heldur hann tað vera mest sannlíkt, at talan er um kunsttarm heldur enn heftiplástur, sum var í pakkanum.