Einki pláss fyri føroyingunum

Í løtuni sær tað einki serligt út hjá føroysku spælarunum í AaB. Seinnapartin fær AaB vitjan av Brøndby, sum er í stórari kreppu. AaB venjarin, Erik Hamrén, hevur givið sekstan spælarum boð. Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen, sum mikukvøldið spældu landsdyst í Litava, eru millum teir sekstan.

Merkisvert er tað, at tveir nýggir spælarar hava fingið boð til stórdystin í Aalborg í dag. Steve Olfers er verjuspælari og miðvallari, og Ronnie Schwartz er álopsspælari.

Seinnapartin skal næstbesta liðið hjá AaB spæla á útivølli ímóti Holsterbro, sum er botnlið í 2. deild vestur. Føroysku landsliðsspælararnir í AaB skulu spæla við í tí dystinum.