SETAN
Starvsfólkini á Føroya Fornminnissavn eru framvegis ógvuliga ónøgd við støðuna, tey eru komin í.
Mánadagin var fyrsti arbeiðsdagur hjá teirra nýggja stjóra, Steffen Stummann Hansen. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá honum, men Arne Thorsteinsson, sum umboðar starvsfólkini á Fornminnissavninum, sigur, at stemningurin mánamorgunin ikki var góður.
?Sjálvandi er stemningurin keðiligur, sigur Arne Thorsteinsson.
?Vit eru framvegis ónøgd, og vit kenna tað soleiðis, at tað er farið skeivt fram í málinum, sigur Arne Thorsteinsson.
Einki broytt
Hóast tey hava verið á fundi við Høgna Hoydal í farnu viku, so er støðan hjá starvsfólkunum á Føroya Fornminnissavni einki broytt.
?Høgni royndi at sannføra okkum um, at alt var farið rætt fram í málinum, men hann sannførdi so í øllum førum ikki meg, sigur Arne Thorsteinsson.
Frá starvsfólkunum á Fornminnissavninum fekk Høgni Hoydal at vita, at tey ikki vóru nøgd við setanina, og tey meta, at politisk motivir eru grundarlagið.
Tá starvsfólkini greitt hava meldað út, at tey ikki ynskja Steffen Stummann Hansen undir verandi umstøðum í starvi sum landsantikvarur, so setir hetta spurnartekin við støðuna hjá starvsfólkunum. Eru tey ikki órættvís móti Steffen Stummann Hansen?
?Eg veit ikki, um mann kann kalla hetta fyri órættvist. Vit gera vart við okkara støðu í sambandi við eina politiska setan, ið vit kenna fylgjurnar av. Hetta hevur einki at gera við Steffen Stummann Hansen sum persón, men tað er setanin, vit mótmæla, sigur Arne Thorsteinsson.
Niðurstøðan hjá starvsfólkunum á Føroya Fornminnissavni er framvegis tann, at setanin av Steffen Stummann Hansen var politisk, og tey kenna tað sum um, at løgmaður við síni avgerð at loysa Annlis Bjarkhamar úr starvi hevur staðfest hetta.
?Setanin bygdi á politiskar ætlanir, sum vit ikki kenna nakað til. Og nú sita vit eftir við svartaperi, sigur Arne Thorsteinsson.
Tað er tó ikki so nógv meira, starvsfólkini kunnu gera.
Arne Thorsteinsson heldur tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at tey fara at finna upp á at siga seg úr starvi.
?Fornfrøði er eitt smalt øki, men kortini ikki so smalt, sum fólk og fjølmiðlar hava lyndi til at gera tað, sigur Arne Thorsteinsson.
Hann sipar við hesum til, at Føroya Fornminnissavn sum stovnur fevnir um nógv meira enn ?bert? tað antikvariska arbeiðið.
Steffen tosar mikudagin
?Steffen Stummann Hansen ynskir ikki at tosa við pressuna fyrr enn mikudagin.
Hesi vóru einastu boðini, avgreiðslan á Føroya Fornminnissavnið kundi geva okkum, tá vit royndu at hitta nýggja landsantikvarin á máli.
Uttan stórvegis persónliga ávirkan er Steffen Stummann Hansen vorðin miðpunkt í einari setan, ið higartil hevur kravt ein landsstýrissess og í skrivandi stund er tað ikki greitt, um hetta ikki fær álvarsamar fylgjur fyri samgonguna.










