Einki oyra frá samferðsluni

Tað verður einki oyra flutt av játtanini til samferðsluna at hækka fólkapensiónir við, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum

 

Fíggjarlóg


Landsstýrismaðurin við vinnumálum sigur, at skal fólkspensiónin hækkast, sum Sjálvsstýrisflokkurin vil, mugu pengar finnast aðrastaðni enn á játtanini til samferðsluna, sum formaður Sjálvsstýrisfloksins hevur nevnt sum ein møguleika.

Í samband við, at Sjálvsstýrisflokkurin mælir til at hækka fólkapensiónina á komandi fíggjarlóg, segði Helena Dam á Neystabø, flokksformaður, at ein møguleika at fíggja hækkaðar pensiónir er at flyta pengar av øðrum játtanum á fíggjarlógini. Í tí sambandi nevndi hon, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevði verið gávumildur, tá talan var um játtan til samferðsluna í uppskotinum til komandi fíggjarlóg.

Í tí sambandi sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, í stuttari viðmerking, at tað kemur als ikki upp á tal at skarva av játtanini til samferðsluna. Hon er einki vaksin í mun til undanfarin ár. Reelt er hon heldur minkað, sigur hann. Tað, sum ger, at talið er eitt sindur vaksið, er at nýtt Suðuroyarskip skal smíðast, og har eru settir lutvíst nógvir pengar av, vísir Bjarni Durholm, landsstýrismaður á.