Karstin Joensen og Eyðun Jensen eiga og reka el-fyritøkuna, Sp/f Elcon, sum húsast niðri við havnalagið í Saltangará. Elcon er nýggja navnið á fyritøkuni, sum hevur sín uppruna í Kongshavnar El-Virki, stytt KEV. Karstin er útbúgvin elektrikari, og Eyðun er útbúgvin radiomekanikari og el-instalatørur.
Tað var í november í 2013, at teir báðir keyptu Kongshavnar El-Virki, og hin 1. januar í 2015 broytti felagið navn til elcon. Hjá elcon starvast tilsamans sjey mans, tríggir lærlingar og fýra sveinar. Haraftrat er ein bókhaldari partvísa tíð.
El-fyritøkan eigur hølini, har hon húsast - ella umleið 2/3 av niðastu hæddini í stóra bygninginum. KEV-handilin, sum var við í keypinum av Kongshavnar El-Virki, lá inni við vøru, tá keypið fór fram, og tí høvdu Karstin og Eyðun handilin opnan í eina tíð eftir keypið.
Seinni eru hølini umbygd til skrivstovu-og starvsfólkarúm. Tað var Høgni Kastalag frá FuglArk, sum teknaði, og fyritøkan húsast í dag í sera snotuligum og hugnaligum hølum, sum viðhefta mynd av fundarhølunum vísir.
Millum uppgávurnar, sum elcon hevur, er, at el-fyritøkan hevur øll 1400 gøtuljósini hjá Runavíkar kommunu undir hond og syrgir fyri, at hesi eru í lagi, eins og perur verða skiftar. Fyritøkan hevur ein bil við 20 metra høgari lyftu.
Elcon tekur sær av øllum el-uppgávum. Sum eigararnir siga, er eingin uppgáva ov stór og eingin ov lítil. Fyritøkan er til reiðar at tosa um allar uppgávur og loysnir, sum viðskiftafólk ynskja.
- Í fyrsta lagi átaka vit okkum alt slag av instalatiónum og við tað, at vit eisini hava radiomekanikara í starvi, veita vit eisini heildarloysnir, tá ræður um el og tøkni. Soleiðis kunnu vit eisini - tá tíðin loyvir tí - átaka okkum umvælingar av eitt nú hvítvørum.
Umframt at gera allar vanligar instalatiónir, hevur elcon førleika til at tekna og projektera og menna stýringar av alskins slag, eitt nú við plc sum grundarlagi.
Elcon eigur eisini eitt kærkomið leititól, har teir uttan stórt hóvasták kunnu finna feilir í el-kaðlum, og fyritøkan hevur loyst nógvar uppgávur við tólinum, bæði fyri tryggingarfeløg, fyritøkur, stovnar og privatfólk.
Vikublaðið hevur enn einaferð vitjað í Runavíkar kommunu og millum fyritøkurnar, sum blaðið hevur vitjað, er elcon í Saltangará. Blaðið kemur í hvørt hús seinnapartin í morgin.