Talan er um einmansleikin “Einki orð” við Sóley Danielsen.
Leikurin fylgir einari muslimskari kvinnu gjøgnum lívið, frá hennara barndómi í Gujana í Suðuramerika til hon sum ung kvinna avdúkar fyri trúgvandi familju sínu at hon er samkynd.
Í tíðindaskrivi um leikin verður sagt, at tað er ikki lætt at vera til, tá tín trúgv og tín samkyndleiki dregur teg í ymsar ættir, og tú kennir, at einki orð er fyri eina sum teg.










