Einki orð á Tjóðpallinum

Einkvinnuleikurin, Einki Orð, við Sóley Danielsen verður at síggja á Tjóðpallinum mentunarnáttina

 

Tjóðpallur Føroya sýnir fyri seinastu ferð Einki orð við Sóley Danielsen mentunarnáttina. Leikurin varð frumsýndur á Tjóðpallinum í november í fjør, og í vár hevur Sóley ferðast kring Føroyar við leikinum. Sýningin fríggjakvøldið er ókeypis, og hetta er seinasta sýningin av leikinum á hesum sinni.

 

- Einki orð er ein rørandi, upplýsandi og søga um 24 ára gomlu kvinnuna, Hannah, ið upplivir harðan mótgang fyri sína muslimsku trúgv beint eftir 9/11 yvirgangsálopið í New York. Hannah upplivir stóran mótgang í lívinum, serliga tá hon sum ung genta verður gift - ímóti sínum vilja - við einum harðligum manni. Tá tað seinni kemur fram at Hannah er samkynd, venda maðurin, familja og vinfólk henni bakið, skriva fyriskipararnir um leikin.

 

Sóley Danielsen spælir leiklutin sum Hannah, umframt at eisini spæla hinir 10 leiklutirnir í leikinum. Íslendski leikstjórin Jenný Laurá hevur leikstjórnað leikin og sniðgivið pallsetingina. Jákup Bernhard Brim hevur týtt leikin til føroyskt. Tónleikin hevur Per I. Højgaard Petersen gjørt. Elin Klein Joensen er samskipari.