Í seinastuni hava norðmenn bíðað í spenningi eftir, at felagið Hydro skuldi finna olju í Obelix-økinum í Barentshavinum, og útlit vóru eisini til, at fundið kundi gerast tað størsta í norska partinum av Barentshavinum. Serliga í Norðurnoregi bíðaðu fólk í spenningi, tí eitt oljufund hevði drigið nógv arbeiðspláss til økið.
Men í páskavikuni brustu allar vónir. Tá kunngjørdi oljumálaráðið í Oslo, at Hydro var komið fram á olju, men at talan er um so smáar nøgdir, at tað loysir seg ikki at gera meiri við tað. Tí er boriholið tett aftur.
Úrslitið hjá Hydro merkir kortini ikki, at tey norsku oljufeløgini hava mist allar vónir um at finna olju í Barentshavinum. Boripallurin "Eirik Raude", sum boraði leitiholið fyri Hydro, skal nú bora fyri Statoil, sum ætlar sær at bora tveir brunnar í Barentshavinum. Tann fyrri skal borast í Guocva-økinum og tann seinni í Uranus-økinum, skrivar Aftenposten.