Einki OL uttan koppseting

Danski landsliðsvenjarin í hondbólti, Nikolaj Jacobsen, heldur, at OL í Japan komandi summar bert kann fara fram, um allir luttakararnir eru koppsettir fyri korona

Tað er eingoin orsøk til at halda OL í summar, um tað skal fara fram undir somu umstøðum, sum heimsmeistarakappingin í hondbólti í Egyptalandi í farna mánaða gjørdi. Tað heldur venjarin hjá donsku heimsmeistarunum, Nikolaj Jacobsen.

- Um OL skal fara fram undir somu umstøðum sum HM-kappingin gjørdi, so vóni eg ikki, at vit skulu avstað. So stuttligt er tað heldur ikki, og OL er nakað heilt serligt, og tað skal tað vera, tí tað er ein kapping, sum bara er fjórða hvørt ár, segði danski landsliðsvenjarin, sum saman við danska liðnum skal verja OL-gullið frá Rio í 2016.

Hann segði seg vóna, at um man ger av at halda OL, at man so kann fáa koppsett øll, sum skulu taka lut, og sum annars hava okkurt við kappingarnar at gera.

- Ger man ikki tað, so dugi eg ikki at síggja, hvussu man kann fáa tað at ganga upp í eina hægri eind, sigur hann við Fyns Amts Avis.