Einki Norðurland í EM-hálvfinalunum

Úrslitini fullu ikki rætta vegin fyri Svøriki og Norra

Í kvøld gjørdist greitt hvørji lond skulu spæla hálvfinalurnar í EM í kvinnuhondbólti.

Favorittarnir úr Norra fingu eina ógvuliga vánaliga byrjan á kappingina, men eftir eitt nú stórum sigri á Niðurlondum, var møguleikin framvegis til staðar fyri at Norra kundi spæla um heiðursmerki, eins og tjóðin hevur gjørt seinastu 18 ferðirnar.

 

Men júst Niðurlond tóku seinasta hálvfinaluplássi, eftir greiðan 27-21 sigur á Týsklandi í kvøld.

Hetta úrslitið hevði eisini við sær at Rumenia spælir seg í hálvfinalurnar, hóast at liðið heldur óvæntað tapti móti Ungarn.

Rumenia hevur tikið tey flestu á bóli við einum liðið, ið stuðlar væl upp undir stóru stjørnuna Christina Neagu, ið hevur skotið flest mál í EM-søguni.

 

Men Christina Neagu fór av vøllinum við skaða í ósigrinum fyri Ungarn, og í løtuni er ikki greitt hvussu umfatandi skaðin er, hóast hann tóktist sera álvarsligur.

 

Hini bæði liðini í hálvfinalunum eru Russland og Frakland, ið er á heimavølli. Tey ávikavist taptu og spældu javnleik móti Svøriki, men sviar megnaðu ikki at vinna á Danmark og Montenegro, so tær gjørdust ov stuttar.
Í staðin spæla Svøriki og Norra um fimta plássi fríggjadagin klokkan 13.00, og hetta merkir at einki Norðurland fær heiðursmerki til EM fyri fyrstu ferð í 18 ár, og fyri bert aðru ferð í søguni.

 

Hálvfinalurnar eru hesar:

Fríggjadagin klokkan 16.30: Russland - Rumenia

Fríggjadagin klokkan 20.00: Frakland - Niðurlond

 

Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 16.30