Einki Norðlýsið í dag

Lokala blaðið úr Klaksvík plagar at koma út mikudagar, men ikki í dag.

Norðlýsið, lokali miðilin í Norðoyggjum, hevur í mong ár givið blað út mikudag. Men í dag verður einki blað at síggja í sølubúðunum. 

 

Orsøkin er, at um vikuskiftið er tunnilsdagur - tað merkir, at tað er ókeypis at koyra í gjøgnum undirsjóðartunnilin - og sostatt hava nýggju eigararnir valt at lata blaðið koma út fríggjadagin ístaðin. 

 

Norðlýsið skifti fyri stuttum eigarar. Feðgarnir John William og Olivur Joensen seldu blaðið til Jóhann Lutzen, Palla Skorheim og Jóhannes Skorheim. 

 

Við in.fo sigur Jóhann Lutzen, at teir hesaferð hava valt, at broyta útgevingardagin, tó tað kostar munandi meir at geva út fríggjadag.