Einki neyðarkall frá russiska flogfarinum

Hóast tað kom fram í gjár, at russiska flogfarið, sum datt niður í Sinaihálvoynni, sendi út neyðarkall, so verður hetta nú avsannað

Hóast tað kom fram í gjár, at russiska flogfarið, sum datt niður í Sinaihálvoynni, sendi út neyðarkall, so verður hetta nú avsannað.

 

Tað er egyptiski ráðharrin fyri flogferðslu, Hossam Kamal, sum avsannar, at flogfarið skal hava sent neyðarkall. Tað skrivar Ritzau.

 

– Áðrenn vanlukkuna høvdu vit ikki á nakran hátt fingið boð um trupulleikar á flogfarinum. Vit fingu heldur eingi SOS-boð, sigur ráðharrin sambært BBC.

 

Tað var gjáramorgunin, at russiska A321-flogfarið hjá flogfelagnum Kogalymavia, datt niður eftir at hava flogið í 23 minuttir. Øll tey 224 ferðafólkini umborð væntast deyð í vanlukkuni.

 

Sagt varð í gjár, at flogskipararnir høvdu biðið um at sleppa at lenda flogarið í nærmastu lufthavn, áðrenn tey mistu sambandið við flogfarið.

 

Men hetta verður nú afturvíst av egyptiska ráðharranum fyri flogferðslu. Hann sigur við egyptiska blaðið Al-Ahram, at samskiftið millum flogfarið og tornið var normalt til flogfarið brádliga hvarv av radaranum.

 

214 russik og 3 ukrainsk ferðafólk vóru við flogfarinum, sum var á veg úr Egyptalandi til Sankta Pætursborg í Russlandi. Manningin taldi sjey fólk.

 

Flogfarið fór úr frítíðarbýnum Sharm el-Sheik klokkan fýra um morgunin okkara tíð.

 

 

Í gjár varð sagt, at flogfarið er brotnað høgt upp í luftini, tí at vraklutir lógu sløgdir á einum økið upp á fimm kilometrar í tvørmáti.

 

Les eisini: Flogfarið brotnaði í luftini

 

 

 

Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til vanlukkuna. Men bæði russiskir og egyptiskir myndugleikar vóna at finna svørtu kassarnar, sum kunnu loysa gátuna. Fleiri flogfeløg bíð eftir kanningini og lata fyribils síni flogfør flúgva uttan um Sina-hálvoynna. Tað er til dømis flogfelgø sum Air France-KLM, týska Lufthansa og Emirates.