Norsku myndugleikarnir hava gjørt av at brúka hálva fjórðu milliardir krónur til neyðsamband í teimum nógvu tunlunum, men nú vísir tað seg, at ætlanin umfatar als ikki allar tunlarnar.
Í Noregi eru 422 tunlar, sum eru longri enn 500 metrar, men felagið hjá sløkkiliðsmonnunum ger nú vart við, at eftir ætlanini verður einki neyðsamband í umleið 230 av teimum 422 tunlunum. Felagið vísir á, at ætlanin hjá myndugleikunum umfatar í fyrsta lagi tunlarnar við serliga nógvari ferðslu og teir, sum eru serliga langir, men tað er ikki nóg mikið.
Formaðurin í sløkkiliðsmannafelagnum, Guttorm Liebe, sigur við blaðið Nationen, at sløkkiliðini kunnu sýta fyri at fara inn í tunlar, sum ikki hava neyðsamband, skrivar tíðindastovan ANB.