Men tað sær soleiðis út, tí higartil hevur ikki verið nevnt eitt orð um kommunala útjavning í øllum valkjakinum, ið miðlarnir hava skipað fyri.
Eitt alt avgerandi tiltak fyri at skapa vøkstur uttan fyri miðstaðarøkið, eina miðspjaðing, er, at allir borgarar fáa somu møguleika, óansæð hvar í landinum teir búgva, tí er ein ella onnur útjavningarskipan alneyðug. So seint sum í síðstu viku var uppgerð frá Innlendismálaráðið kunngjørd. Henda uppgerð vísir, at inntøkurnar eru ógvuliga ólíkar millum tey ymisku økini í landinum. Uppgerðin kann síggjast á imr.fo. Henda vísir, at rættast hevði helst verið at avtikið kommunuskattaskipanina og heldur havt eina umfordeiling eftir fólkatalinum, so øll fólk fingu líka virði her í landinum.
Tað er upp á tíðina, at flokkarnir klárt melda út, hvat teir ætla at gera á hesum øki. Og tað skal verða nú, áðrenn valið, so vit kunna síggja teirra støðu, so vit síggja hvør er verdur at velja.