Einki nátaveður

Veðurstøðirnar siga frá vánaligum veðri tveir teir komandi dagarnar.

Veðurstøðirnar siga frá vánaligum veðri tveir teir komandi dagarnar.

 

Leygardagurin royndist ikki so góður, sum veðurstøðirnar annars søgdu frá.

 

Roknað var við nógvum hendan dagin, men hann gjørdist ikki so góður, sum sagt var frá.

 

Nakað av bátum vóru tó úti, men fongsturin var ikki tann heilt stóri.

 

Mánadagurin og týsdagurin síggja ikki so gott út, men kanska mikudagurin roynist frægari. Í hvussu er hevur nátatíðin ikki verið eins góð og undanfarin ár higartil.