Tað var eitt brotið leigi, ið var orsøkin til, at eitt flogfar hjá Atlantic Airways í gjáramorgunin misti annað nasahjólið.
Tað er fyribils niðurstøðan av kanningunum, sum flogfelagið ger. Magni Arge, stjóri, sigur, at teir nú gjøgnumganga allar mannagongdir og skipanir hjá felagnum.
- Vit fara at gera status seinni í dag, men kanningarnar verða sjálvandi ikki lidnar í dag. Men vit skulu kanna, um vit kundu havt fangað óhappið við nasahjólinum framman undan, og í heila tikið gjøgnumganga allar skipanir, sigur Magni Arge.
Stjórin í Atlantic Airways hevur verið frammi fleiri ferðir síðani óhappið, bæði í Kringvarpinum og á Portalinum. Sambært honum var ongantíð vandi á ferð hjá flogfari og fólki, og tað er heldur eingin bági at lenda, sjálvt um annað sanahjólið vantar.
Eingin – heldur ikki flogskipararnir – varnaðust, at flogfarið hevði mist annað nasahjólið. Hinvegin skapti tað nakað av órógvi í Kastrup, tá hjólið varð funnið á taxabreytini. Men áðrenn boð vórðu fingin upp til Vágar, var flogfarið lent í øllum góðum.