Sum vera man, so er formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sera væl nøgdir um, at tað nú hevur eydnast felagnum at styrkt um hópin við einum av avgjørt bestu leikarunum í heimligu kappingini.
- Tað er einki at ivast í, at vit eru fegnir um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Jákup á Borg í hópin. Hann er jú ein av teimum absolutt bestu føroysku leikarunum yvirhøvur, og tað er ikki so ofta, at tú hevur møguleikar at knýta slíkar leikarar at liðnum, sigur Birgir.
B36-formaðurin hevur borið fram, at HB nokk hevði givið Jákupi eitt tilboð, sum hann ikki fekk sagt nei til. HB hevur jú vunnið meistaraheitið tvey ár á rað, og brutto kastar hetta einar tríggjar milliónir av sær í luttøkugjaldi frá UEFA. Hevur hetta viðvirka til, at HB so smátt er um at gerast ein veruligur risi í stíli við t.d. norska Rosenborg. Tað vil siga eitt felag, sum kann taka bestu leikararnar frá kappingarneytunum, og á tann hátt hava eina at kalla serstøðu?
- Nei. Tað er ein støða, sum eg ongan tíð rokni við fer at koma í føroyskum fótbólti. Í HB hava vit í øllum førum framvegis sama politikkin. Vit skulu fyrst og fremst uppala okkara egnu leikarar, og málið er sjálvsagt, at hesir skulu vera millum teir bestu í landinum. Fíggjarliga trúgvi eg einki uppá, at føroyskur fótbóltur kann bera eitt felag, har liðið at kalla verður keypt inn.
- Hinvegin sigur tað seg sjálvt, at vit eisini royna at styrkja um hópin so hvørt. Í hesum førinum vísti tað seg, at Jákup var áhugaður í einum skifti, og tann møguleikin var alt ov góður, til at vit kundu lata hann fara, heldur Birgir.
Og at enda leggur formaðurin afturat, at hann væl er greiður um, at hetta er nakað, sum vekir sterkar kenslur hjá grannunum. Men hann leggur í sama viðfangi dent á, at hesar kenslurnar í sjálvum sær ikki vóru nakað mál hjá HB í hesum.
- Vit hava sjálvir staðið í støðuni, sum B36 er í nú. Og vit vóru sera vónsviknir, tá eitt nú Julian Johnsson, Sigfríður Clementsen, John Heri Dam og Bárður Mortansson valdu at skifta til B36. Har misti felagið nakrar leikarar á ein hátt, sum vit framvegis iðra okkum um, men trupulleikin var tá helst, at vit ikki gjørdu okkara heimaarbeiði til lítar. Tað hava vit roynt at tikið við læru av, og sjálvur haldi eg, at vit nú eru sera væl fyri til árið, har vit skulu halda 100 ára dag okkara. Hetta verður í mangar mátar eitt spennandi ár, og eg ivist ikki í, at hetta eisini hevur verið ein av orsøkunum til, at Jákup á Borg hevur tikið sína avgerð.