Einki nýtt úr Kirkjumálaráðnum

Enn er Kirkjumálaráðið ikki komið til nakra niðurstøðu í føroyska kirkjustríðnum

Hóast meira enn tveir máðir eru farnir síðani viðgerðin av kærunum í nógv umrøddu føroyska kirkjustríðnum upprunaliga skuldi vera liðug, er Kirkjumálaráðið enn ikki komið til nakra niðurstøðu. Jens Ulf Jørgensen, ið viðgerð kærurnar sigur, at málið er umfevnandi og tískil tekur tað tíð at viðgera. Síðani eru onnur mál eisini komin uppímillum, ið somuleiðis skulu viðgerast. Men Jens Ulf Jøgensen sigur tó, at nú fer ikki at vera so leingi til vit fáa eitt svar. Hann sigur skemtandi, at hann í hvussu so er skal royna at koma við einum svari áðrenn vit hava tikið fullveldi.