Einki nýtt í kommunulæknamálinum

Kommunulæknin hevur fingið sær nýggjan verja, men tað er tað einasta nýggja, sum er komið fram fyrsta dagin av viðgerðini hjá Eystara Landsrætti av rættarmálinum móti kommunulæknanum, sum í Føroya rætti bleiv dømdur fyri at hava gjørt seg inn á 9 kvinnur.

 

Føroya rættur dømdi mannin í fongsul í 18 mánaðir, at rinda 104.000 krónur í endurgjaldi og at missa rættin at virka sum og kalla seg lækni, tá dómur fall 16. februar í ár. Læknin gjørdi skjótt av og kærdi málið til landsrættin, og ákæruvaldið valdi tí eisini at kæra málið.

 

Kravið hjá læknanum er í fyrsta lagi frídøming og í øðrum lagi linari revsing. Kravið hjá ákæruvaldinum er fyrst og fremst staðfesting av dóminum hjá Føroya rætti, síðani at læknin eisini verður dømdur fyri eitt av málunum, sum hann varð fríkendur fyri í Føroya rætti, og til seinast at revsingin verður herd.

 

Kommunulæknin varð fríkendur fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu, tí fyrningarfreistin var farin, segði dómarin. Hendingin var farin fram í novembur 2010, men málið var ikki meldað fyrr enn í desembur 2015. Í hesum umfarinum fer ákæruvaldið at royna at prógva, at kommunulæknin eisini gjørdi seg inn á kvinnuna í tveimum viðtalum í desembur 2010, har av tann seinna ikki er fyrnað.

 

Tá mál eru fyri í Eystara Landsrætti fer fyrsti parturin av rættarfundinum til at lesa og gjøgnumganga dómin frá Føroya rætti, síðani skulu verji og ákæri greiða frá hví tey kæra og so skal ákærdi avhoyrast aftur. Áðrenn hann verður avhoyrdur, verður tó frágreiðing hansara frá Føroya rætti lisin upp. Og soleiðis gekk dagurin í dag.

 

Lítið nýtt er tí ført fram. Kommunulæknin fekk høvi at greiða nærri frá, hvussu undirlívskanningar verða gjørdar. Hann noktar seg framvegis sekan í at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar.

 

Les eisini Gjørdi seg inn á 9 kvinnur 

 

Í morgin skulu ymisk fakfólk avhoyrast, so sum kommunulæknar, sjúkrasystrar og fyrrverandi landslæknin. 

 

Fríggjadagin er aftur eitt servitni, sum skal avhoyrast, áðrenn sakførararnir skulu leggja skjølini fram. Mánadagin skulu kvinnurnar, sum hava meldað kommunulæknan avhoyrast.

 

Málið verður tó ikki liðugt enn. Endaligu framløgurnar hjá ákæruvaldinum og verjanum vera í Keypmannahavn, væntandi seinni í ár.