Fríggjamorgunin var stýrisfundurin í SEV tikin upp aftur eftir, at hann varð niðurlagdur farna fríggjadag.
Teir sjey stýrislimirnir fóru á fundin á Hotel Hafnia klokkan hálvgum tíggju fríggjamorgunin saman við Hans Tausen Olsen, formanni í umboðsnevndini og tveimum løgfrøðingum.
Um tólvtíðina komu fundarluttakararnir út aftur av fundinum, men ikki bar til at fáa nakrar viðmerkingar, um hvat var farið fram og viðgjørt á fundinum.
Fundurin er bara niðurlagdur til klokkan eitt í dag, og tí hava vit onga viðmerking í løtuni, segði Leivur Hansen, stýrisformaður.