Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
Tað kann ikki sigast annað, enn at hetta eru sera góð tíðindi frá nýggja borgarstjóranum. Eg las greinina við spenningi, tí hetta eru nýggir tónar frá Fólkaflokkinum, sum annars ikki hevur víst nakaran serliga vilja at loysa málið seinastu árini.
At byrja við sær út sum um vilji er at loysa málið, tó torir borgarstjórin ikki at lova øllum børnunum pláss komandi fýra árini. Borgarstjórin leggur dent á, at vit hava nøktað tørvin hjá 75 prosentum. Hann sigur einki um, hvussu stóran part hann ætlar at loysa. Út frá samrøðuni við borgarstjóran, og samrøðuna við forkvinnuna í Sosialu nevnd við Útvaripð dagin fyri, kunna vit bert ásanna, at nýggi meirilutin í Tórshavnar Kommunu ikki hevur í hyggju at fylgja málsetninginum, sum undanfarna býráð setti sær, nevniliga at loysa barnaansingartørvin áðrenn 2003. Tey hava heldur ikki ætlanir um at hava 100 prosent barnaansing í Kommununi.
Jan Christiansen sigur, at í seinastu setu vóru loysnirnar av barnaansingini merktar av, at tað vóru hálvar loysnir. Til hetta má eg spyrja, hvørjar eru tær hálvu loysnirnar? Eg kenni so einki til nakra hálva loysn.
Í samrøðuni vísir Jan Christiansen á narkrar loysnir, allar loysnir sum undarnfarna býráð hevur fyrireikað og sett pening av til á verandi fíggjarætlan. Tá so er, er lætt at vísa á ætlanir. Fyrsta loysnin hann nevnir, er at ein ríðihøll í Havnardali skal hýsa einum útibarnagarði, eitt mál, Sosiala nevnd og Trivnaðardeildin hava arbeitt við í longri tíð, málið er ikki loyst enn, tí semja ikki er fingið um leigukostnaðin.
Síðani nevnir hann, at tað er betur at byggja smærri stovnar, tí at Barnagarðurin í Vesturbýnum er eitt dømi um, at tað tekur longri tíð at byggja størri stovnar. Rætt er, at tað hevur tikið alt ov langa tíð at byggja barnagarðin í Vesturbýnum, men at skylda uppá støddina er ikki rætt. Grundin til, at hesin stovnur hevur tikið so langa tíð, er politiskur óvilji, serliga frá teimum, sum nú sita í meirilutanum í býráðnum.
Jan Christiansen sigur eisini, at seinasta mánadag samtykti Byggi- og býarskipanarnevndin at gera eina stovu afturat í hesum stovninum til børn við serligum tørvi. Her fær Jan Christiansen tað at ljóða, sum um at hetta er nakað nýtt. Henda stovan hevur alla tíðina verið við í ætlanini. Upprunaliga skuldi ein spælistova til dagrøktina byggjast. Henda ætlan var tó slept rættuliga tíðiliga, tí vit mettu, at tørvur er á eini stovu til børn við serligum tørvi. Sosiala nevnd samtykti endaliga tann 5. desember 2000 at biðja býráðið um pening til hesa ætlan. Málið var fyri á býráðsfundi tann 14. desember 2000, tá var tað ein býráðslimur í núverandi meiriluta, sum fekk forhálað málið, soleiðis at tað skuldi aftur í nevnd. Sjálvandi fyri at fáa tað at síggja út sum, um at hetta var ein ætlan hjá nýggja meirilutanum, soleiðis sum borgarstjórin nú fær tað at ljóða.
Borgarstjórin vísir til Býlingahúsini, sum eru runt um í býnum. Ja, eg haldi eisini at vit skulu hyggja at býlingahúsunum, serliga teimum innfluttu. Tað er rætt, at hesi húsini vóru skjót og bílig. Vit mugu eisini hyggja eftir øllum trupulleikunum, sum hava verið við hesum innfluttu húsum. Øll eru umvald, tí tilfarið tey vóru gjørd úr, ikki hóskaði til tað Føroyska veðurlagið, leggja vit so meirkostnaðin afturat keypsprísinum, man verða minni munur á.
Tað einasta nýggja, eg dugi at síggja í hesi samrøðuni, er at vit skulu hava bíligari alternativar loysnir, men hvørjar hesar loysnir eru, sigur Borgarstjórin einki um. Hann sigur heldur einki um, hvønn politik nýggji meirilutin í Tórshavnar Kommunu ætlar at reka á barnaansingarøkinum.
Vit í minnilutanum, fara framhaldandi at arbeiða fram ímót 100 prosent barnaansing innan ár 2003. Tað sum vit vilja, er at útbyggja barnaansingar tilboðini, soleiðis at øll børn fáa tilboð um mennandi barnaansing, har børn og starvsfólk kunnu mennast og trívast.










