Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn. Mynd: Álvur Haraldsen

Einki misálit: Karlot fingið lyfti frá forfólkum

– Eg havi fingið lyfti frá forfólkunum í samgonguflokkunum um at hyggja upp á málið

Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn. Mynd: Álvur Haraldsen

– Vit fara at hyggja upp á málið mánadagin.

Tað sigur Karlot Hergeirsson, sum seinnapartin í dag hevur hótt við at leggja fram misálitisuppskot á Dennis Holm, landsstýrismann, tí hann er so misnøgdur við nýggja príspolitikkin hjá Strandferðsluni, sum landsstýrismaðurin legði fram fyri fjølmiðlarnar í gjár. Tað segði hann við Kringvarpið í kvøld.

– Eg eri ikki tann einasti, sum eri misnøgdur við, at munur soleiðis verður gjørdur á fólki, sigur hann. Tað hava vit sæð í miðlunum í gjár og í dag.

– Eg føli bara, at eg ikki eri hoyrdur, sigur hann við Kringvarpið.

 

 

Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn. Mynd: Álvur Haraldsen