Einki met

Biritu Debes at seta persónlig met í EM kappingini í Stettin í Pólandi.
Fríggjadagin svam hon 50 metra firvaldasvimjing í tíðini 28.86, sum er bara eitt vet lakari enn mettíðin hjá henni, sum er 28.85.
Í 50 metra ryggsvimjing var tíðin 29.48, sum er lakari enn junior­mettíðin hjá henni frá FM í 2010. Tá svam hon sama teinin í tíðini 29.00.