Einki mál farið ígjøgnum hjá B71

1. DEILD: Í gjárkvøldið fóru sandoyingar úr Gundadali við 1-0 sigri

Mynd: B71

Hjá HB var fokus í gjárkvøldið á uppgerðini í Sarpugerði, har besta HB liðið tapti 2-1.

 

Hjá teimum í B71 var fokus í gjárkvøldið á uppgerðini í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Nú tað er lagaligt at ferðast, sæst tað á fylginum hjá B71. Í gjárkvøldið vóru tað væl fleiri í Gundadali, sum tóku á við B71, enn tað vóru tey, sum tóku á við HB.

 

Í fyrsta umfari spældi B71 á heimavølli ímóti KÍ, sum fór aftur í tunnilin við 2-0 tapi. Tað vil siga, at B71 hevur fulla úrtøku, og tað vil eisini siga, at B71 hevur ikki tapt, síðani tunnilin læt upp, og at einki mál er farið ígjøgnum hjá B71, síðani tunnilin læt upp.

 

B71 vann 1-0, og málið varð skorað átta minuttir undan leikloki. Málskjútti var Jónatan Kjærbo, sum eisini var málskjútti, tá ið KÍ var á Sandi. Í gjárkvøldið var tað við beinleiðis hornasparki.

 

Ímóti KÍ var Klæmint Olsen B71 málverji, og í gjárkvøldið var tað nýggi svenski málverjin Harry Kircher, sum stóð millum B71 stólparnar.

 

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2015, at B71 í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur megnað fulla úrtøku. Páskaaftan, 30. mars, verður toppdystur á Sandi, tá ið NSÍ, sum eisini hevur fulla úrtøku, verður gestur inni í Dal.

 

Mynd: B71