Einki mál á skránni til tingfund

Ætlanin var, at løgtingið á næsta tingfundi týsdagin í næstu viku skuldi fara undir viðgerðina av uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um gongd í haga.

 

Men málið er tikið av skránni eftir ynski frá Javnaðarflokkinum, tí formaður floksins, Aksel V. Johannsen, skal á fund hjá Norðurlandaráðnum í næstu viku. Málið er tí flutt til ein seinni fund vikuna eftir.

Mikudagin er eisini tingfundur lýstur, og tá eru munnligir fyrispurningar á skránni.

Fyribils er einasta mál á skránni á tingfundinum týsdagin framløga.