Gamli klassikarin millum Arsenal og Manchester United á Emirates stadion í London í kvøld endaði 0-0. Hóast hvørki av liðunum megnaði at skora mál, so var talan um ferðmikla og undirhaldandi uppgerð. Málverjarnir stóðu seg ógvuliga væl, og í fleiri førum vóru støðurnar í brotsteigunum spentar.
Sum 2. hálvleikur leið, setti heimaliðið ferðina alt longri upp. Tað bar við sær stóra leikliga yvirvág. Arsenal spældi seg til møguleikar, men Manchester United vardi væl, og tað var eisini broddur í, tá ið gestirnir royndu seg í mótálopum.
Fyri Manchester United var talan um uppreisn eftir vónbrotið í vikuskiftinum, tá ið tað endaði 2-2 á heimavølli ímóti Fulham. Kanska kunnu teir í Arsenal liva við javnleikinum, men hann kann fara at vísa seg at vera dýrur í kappingini um meistaraheitið.
Arsenal er á øðrum plássi við 56 stigum. Chelsea er oddalið við 57 stigum, og Manchester City,sum orsaka av ódnarveðri ikki spældi í kvøld, er á triðja plássi við 54 stigum.