Einki mál á Argjum

AB vann ársins fyrsta stig á heimavølli ímóti TB

Salmundur Bech var liðformaður hjá TB í dystinum á Argjum

Tað endaði málleyst, tá ið AB í dag hevði vitjan av TB, sum hevði Símun Rógva Hansen millum stólparnar. TB hevði leigað málverjan frá NSÍ, har hann er málmansvenjari.

 

Talan var  um javna uppgerð, og bæði liðini vóru onkra ferðina framvið, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið.

 

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at tað eydnast Henrik Larsen og hansara monnum í AB at vinna stig. Javnleikurin ber við sær, at TB nú hevur fimm stig og á áttanda plássi er tvey stig undan B68, sum nú klokkan 17 spælir á útivølli ímóti ÍF.

 

Salmundur Bech var liðformaður hjá TB í dystinum á Argjum