Skip to main contentOngar broytingar vóru í nevndini hjá Føroya Lærarafelag, tá aðalfundur var í farna mánaði, hóast tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Tað vóru nevniliga eingi mótvalevni á fundinum, og tí heldur nevndi óbroytt fram. Tað upplýsir Skúlablaðið.
Tað vóru annars Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni, sum stóðu fyri vali, og sum nú halda fram í nevndini.
Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin, og heldur ikki har var nøkur broyting. Tað merkir, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður, Jákup av Skarði sum næstformaður, Maria V. Hansen sum kassameistari, Andrea á Rípuni sum skrivari, og Jacob Eli S. Olsen sum nevndarlimur.