Einki ímóti skitnum hondum

Millum maskinmeistararnar, sum fingu prógv á Vinnuháskúlanum hin 21. desember 2011, var Karin Mikkelsen úr Sørvági. Aðrar kvinnur hava fingið maskinmeistaraprógv áðrenn Karin, men hesaferð var hon einsamøll kvinna í flokkinum.

Karin byrjaði at læra til jarnsmið á maskinverkstaðnum hjá Tavsen í Sørvági. Tá hon hevði lært har í tvey ár, varð smiðjan seld og broytti navn til Vestmek. Karin helt tó fram við læruni hjá nýggju eigarunum og varð útlærd fyrst í november 2007.

Tá læran var fingin frá hondini, arbeiddi Karin eina tíð sum sveinur í Sørvági.

Karin Mikkelsen sigur við blaðið, Mið & Magn, sum Maskinmeistarafelagið saman við Føroya Skipara-og Navigatørfelag gevur út, at tað hevur als eingin trupulleiki verið, at Vinnuháskúlin er mansdomineraður.

- Tá man byrjar at læra, er so nógv nýtt. Eg vandist skjótt við alt og vandi meg eisini við, at menn komu inn í smiðjuna og spurdu, um einki mannfólk var í smiðjuni. Eg kundi aldrin í verðini blivið fornermað av hesum.

Mið & Magn spurdi eisini Karina Mikkelsen, um hon ongantíð hevur hildið, at arbeiðið dálkar illa - ella fer illa við hondunum?

- Nei, eg havi einki ímóti at dálka mær hendurnar, tí so síggja fólk, at eg havi gjørt okkurt til nyttu, sigur maskinmeistarin, Karin Mikkelsen, við blaðið, haðani myndin til henda greinastubba eisini er.

Í røðu síni, tá próvhandanin fór fram, segði skúlastjórin, Hans Jóhannus á Brúgv, at í 2011 er ein kvinna, sum fær prógv sum maskinmeistari, og kvinnan er nevniliga Karin Mikkelsen.

- Tað eru átta ár, síðani seinasta kvinnan fekk maskinmeistaraprógv í Føroyum. Hetta hálvárið hava verið tilsamans tríggjar kvinnur á skúlanum, tvær til maskinmeistara og ein til skipara - saman við sløkum 300 monnum. So, her vantar nógv í til javnstøðu, legði skúlastjórin aftrat.