Einki mál í Wales

Seinnapartin hava Wales og Kekkia spælt málleysan javnleik í Cardiff. Úrslitið var dyggur smeitur fyri Kekkia, sum kappast við Týskland og Írland at vinna annað av tveimum teimum fremstu plássunum í bólki D og harvið at kvalifisera seg til endaspælið næsta summar.

Talan var um keðiliga og hendinga fátæka uppgerð, har Wales stríddist sum fyri lívinum.

Størsta løtan var tað, tá ið Ryan Giggs tveir minuttir undanleikloki varð skiftur út. Hetta var síðsta ferðin, at Ryan Giggs umboðaði Wales. Hann verður roknaður at vera besti spælarin nakrantíð hjá Wales, og tað var eingin endi á fagnaðinum, tá ið hann varð skiftur út. Hetta var 64. landsdysturin hjá Giggs, sum hevur skorað tólv mál fyri Wales.

Ryan Giggs, sum er føddur 29. november í 1973, ætlar framvegis at spæla við Manchester United.