Fulham brendi brotsspark í 93. minutti, men Chelsea megnaði alíkavæl ikki at vinna á Fulham á útivølli.
Chelsea misti aftur í kvøld eitt fet í oddastríðnum í Premier League, tá teir bara megnaðu at fáa 0-0 javnleik móti Fulham. Chelsea venjarin, Carlo Ancelotti, hevði valt at byrja við Didier Drogba uttanfyri. Viðmerkjarar hjá Sky Sports meta, at fílabeinsstrandingurin møguliga spælur sítt seinasta kappingarár á Stamford Bridge.
Øll eygu vóru vend móti Fernando Torres, sum eins og í dystinum móti Liverpool, tykist tyngdur av øllum rokinum rundan um hann seinastu vikurnar. Góðar tjúgu minuttir fyri tíð var hann útskiftur fyri Didier Drogba.
Dysturin var sum heilt javnur, men Fulham fekk ein gyltan møguleika at fara við øllum stigunum, tá David Luiz í evstu løtu gjørdi brotsspark móti Clint Dempsey. Hetta var fyrsti dysturin hjá David Luiz frá byrjan, síðani hann var keyptur frá Benfica í januar.
Clint Dempsey var sjálvur settur at sparka, men Petr Cech í Chelsea málinum bjargaði. Returin royndi amerikumaðurin at saksa í málið, men bólturin fór framvið.
Chelsea liggur nú á fimta plássi við 45 stigum, tvey færri enn Tottenham á fjórða plássi.Alt prát um eitt meistaraheitið er fyribils sett á køl hjá Chelsea.
Premier League:
Fulham - Chelsea 0-0