Einki mál í Spania

Føroyska fótbóltslandsliðið spældi mikukvøldið annan av trimum dystum, sum eru á skránni undir venjingarleguni, sum liðið síðani í vikuskiftinum hevur verið á í La Manga í Spania.

Mikukvøldið var mótstøðuliðið Cartagene, sum hoyrir heima í 3. deild í Spania. Úrslitið var 0-0.

Síðsti dysturin verður leygardagin, tá ið mótstøðuliðið verður Kalmar FF úr svensku 1. deild.

Føroyska ferðalagið kemur til Føroya aftur sunnukvøldið.