Fýra dystir í Formula deildini eru á skránni í løtuni.
Nú fyrsta korterið er farið, er einki mál skorað.
HB vitjar á Sandi, har Eli Hentze telist millum sandoyingarnar á vøllinum. Venjarin, sum í fjør boðaði frá, at hann var givin at spæla, hevur kent seg noyddan at seta seg sjálvan á liði, tí B71 er illa skaðaplágað.
Í Klaksvík hevur KÍ vitjan av Skála á Norðoyastevnu.
B36 hevur vitjan av Víkingi, og í Fuglafirði er oyggjauppgerð millum ÍF og NSÍ.