Einki mál á Argjum

Felags fyri TB og AB er, at tey nú eru eitt stig longri frá niðurflytingini, enn tey vóru undan hesum umfarinum

Tað endaði málleyst, tá ið AB í kvøld hevði vitjan av TB. Líkindini vóru ikki góð. Tað var eitt frískt lot, og tað regnaði illa.

Hugburðurin var góður, og tað varð nógv lagt fyri í mongu nærdystunum. Tað var ikki so nógv av skipaðum samanspæli, men tað vóru nógvar spentar støður, og tað var eisini fleiri ferðir tætt við, at mál vóru skorað.

AB verjan bjargaði tríggjar ferðir á málstrikuni.

-Eg eri ikki nøgdur við álopsspælið, tí vit sjuskaðu í skjótum mótálopum, og vit megnaðu ikki at vinna úrtøku, tá ið vit høvdu góðar møguleikar, sigur TB venjarin Michael Winter, og hann leggur aftrat:

-Eg eri nøgdur við verjuspælið. Eftir at vit taptu stórt á ólavsøku, var tað týdningarmikið, at vit megnaðu at halda teimum frá at skjóta mál.

AB miðvallarin Rógvi Poulsen er ikki nøgdur við, at tað ikki eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna:

-Líkindini vóru vánalig, og tað var viðhvørt torført at lesa bóltin av, men tá ið tikið verður saman um, so kunnu vit ikki vera nøgdir við ikki at vinna fulla úrtøku ímóti einum av kappingarneytunum í botninum, sigur Rógvi Poulsen.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

AB – TB 0-0

Dómari: Rani A. Skaalum

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Dánjal Reginsson, Gert Drangastein, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson – Eli Christiansson, Hannes Deboes (Bjarni Skála, 60.) – Janus Svabo Samuelsen (Jákup Pauli Breckmann, 79.), Rógvi Poulsen, Jasper Van Der Heiyden (Adeshina Lawal, 17.) – Bjarki C. Nielsen

TB: Frederik Mehder – Eirikur M. Ellendersen, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner – Dánjal Godtfred, John Villi Woldike Leo – Jens Erik Bruhn, Nikolei Johannesen (Teitur Olsen, 67.), Einar Thorsteinsson – Samudeen Musah (Poul Ingason, 67.)