Einki lusk við Færø

Tað er einki lusk við, at Brøndby hevur gjørt sáttmála við føroyska verjuspælaran Odmar Færø. Tað skrivar heimasíðan bold.dk. Odmar Færø var í heyst til royndarvenjing í AC Horsens, og har stóð hann seg væl. Venjarin í Horsens tá var Kent Nielsen, sum rósti Odmar Færø til skíggja. Eingin avtala spurdist burturúr, men nú Kent Nielsen er farin til Brøndby at verða venjari, hevur hann syrgt fyri, at Odmar Færø fær sáttmála við Børndby. Í AC Horsens siga tey, at einki løgið er við hesum. Kent Nielsen hevur spælt við opnum kortum allatíðina, og tað var leiðslan í AC Horsens, sum ikki vildi gera avtalu við Odmar Færø. - Brøndby hevur meira pengar at arbeiða við og kunnu lata hann spæla á næstbesta liðnum, sigur Jesper Hansen, ítróttarstjóri í AC Horsens, við bold.dk