Einki álop á Iran nú

Týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, segði í dag, at Týskland fer ikki at taka lut í nøkrum hernaðarligum átaki ímóti Iran fyri at noyða landið at broyta sín kjarnorkupolitikk.

Hinvegin vildi bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, ikki útihýsa møguleikanum fyri, at tað kann gerast neyðugt at brúka hermegi, um tað er tað einasta, ið kann fáa iranar at sleppa sínum kjarnorkuætlanum.

-Hetta er ikki nakað, sum vit hugsa um júst nú, men vit kunnu ikki útiloka, at tað kann koma upp á tal í framtíðini, segði Hague.

Guido Westerwelle og William Hague vóru í Bruxelles í dag í sambandi við, at ES-londini tingaðust um møgulig tiltøk ímóti Iran.