Kaj Leo Johannesen, løgmaður, heldur tað ikki vera ein trupulleika fyri fólkaræði ella politisku viðgerðina, at so nógvar upplýsingar eru í trúnaði í sambandi við Eysturoyartunnilin.
– Løgtingið skal slett ikki taka støðu til sáttmálan um tunnilin, tí tað hevur løgtingið latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum í innlendismálum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður heldur einki løgið vera í, at Kári P. Højgaard heldur kortini tætt at kroppinum og ikki vil út alment við øllum upplýsingum.
Samrøða við løgmann kann hoyrast, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.