Einki landslið uttan talentvenjing – og øvut

Tað sigur hondbóltsmennarin hjá Honboltsambandi Føroya seinastu tvey árini, Flemming Oliver Jensen, sum nú gevst í starvinum

Tað sigur hondbóltsmennarin hjá Honboltsambandi Føroya seinastu tvey árini, Flemming Oliver Jensen, sum nú gevst í starvinum.

 

– Tað kom ikki óvart á meg, at fíggjarvánirnar hjá HSF ikki vóru tær bestu. Tí var eg við mínum krøvum meira ella minni kom til sattis um, at tað tað væl kundi vera, at eg ikki fór at halda fram í starvi mínum fyri HSF, eisini hóast eg hevðí fingið nakrar áheitanir um at halda fram til aðalfundin, sum eg eisini gjørdi, sigur Flemming Oliver Jensen í lesarabrævi.

 

Hann sigur, at sum hann skilir, so er ætlanin at halda fram við landsliðsarbeiðinum.

 

Men hann heldur ikki, at nóg nógv verður gjørt fyri at menna ungdómsleikarar til landsliðsleikarar. Hann heldur ikki, at føroyska kappingin er nóg mennandi. Spæligóðskan er ikki nóg góð, og taktiska og tekniska støði er ikki í nærnámind av at geva spælarum tær avbjóðingar, sum skulu til.

 

Tað undrar eisini Flemming Oliver Jensen, at fleiri feløg ikki arbeiða nóg væl við fysiskari venjing. Hann vísir á, at hondbóltur ikki er heilsársítróttur í Føroyum, og at tað gongur út yvir fysikkin og teknsiku góðskuna. Og so sigur hann seg eisini vita, at vit hava hondbóltsfeløg, sum als ikki hava nakra styrkivenjing.

 

– Tað er ótrúligt, men tað lýsir trupulleikan væl, heldur hann.

 

Lesarabrævið hjá Flemming Oliver Jensen kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.

 

Vit hava meira um málið seinni.