Einki lívstekin við Franklinoynna

Skipið hjá Paul Watson, sum skuldi gera eina seinastu roynd í kvøld at finna seglbátin Berserk við trimum monnum umborð, hevði tyrluna á flogi í tveir tímar til fánýtis. Manningin á Steve Irwin hevði eina lítla vón um at finna seglbátin við Franklinoynna, tí kanska hevði báturin søkt sær lývd her í illveðrinum sum var.

Manningin á seglbátinum hevði eisini oynna sum eitt av teirra ætlaðu akkersplássum á leiðini.

Eftir at hava leitað við tyrlu til umleið klokkan 22.15 føroyska tíð í kvøld, lendi tyrlan aftur á skipinum ? uttan at hava funnið nakað sum helst, ið kundi havt við seglbátin at gera.

Norska Dagblaðið, sum hevur verið í samband við Steve Irwin, skrivar, at enn er endalig støða ikki tikin til, um tyrlan fer á enn eina leitingarferð.

- Vit hava verið á flogi í tilsamans 16 tímar og hava leitað yvir eitt økið, sum tilsamans er 10.000 ferkilometrar stórt, sigur tyrluskiparin við Dagblaðið.