Einki lívstekin í holvda skipinum

Kavarar funnu seinnapartin líkið av teirri einastu kvinnuni, sum var við farmaskipinum ?Omer N? Danskir og týskir kavarar hoyrdu einki lívstekin, tá teir seinnapartin vóru inni í slovakiska farmaskipinum ?Omer N?, sum holvdist í Eystrasalti í gjár.

Tað eydnaðist kavarunum tó at finna líkið av teirri einastu kvinnuni, sum var við skipinum.

Seks menn eru ikki komnir afturíaftur eftir vanlukkuna, og danska bjargingartænastan sigur, at tað er lítil vón um at finna teir aftur á lívi.

Slovakiska farmaskipið var á veg úr Póllandi til Fraklands, tá tað holvdist.