Einki lívstekin frá Lady Domina

-Vit hava einki frætt um Lady Domina. Vit hava kallað á bátin, men hava ikki fingið svar. Vit vita ikki, hvar hann kann vera staddur, og vit kunnu ikki leita allastaðni. Vit vita satt at siga ikki, hvar vit skulu leita.

Tað sigur Sandro Ventura hjá portugisisku bjargingartænastuni við danska TV2. Hann arbeiðir á støðini í Porto Delgada, sum stendur fyri leitingini.

Lady Domina fór úr Saint Martin í Karibiska Havinum tann 31. mars og skuldi til Noregs. Ferðin varð mett at taka einar 14 dagar, men nú er meiri enn ein máðaður farin, uttan at báturin hevur givið lívstekin frá sær.

Umborð á Lady Domina eru tríggir norðmenn, ein dani og ein bretsk kvinna.