Samstundis sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Vágaportalin, at einki løgtingsval verður útskrivað enn. Eisini Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, avsannar, at hann kennir nakað til, at løgtingsval skal skrivast út týsdagin.
Eftir stak góða valið hjá Javnaðarflokkinum er hinvegin ikki ósannlíkt, at Aksel V. Johannesen hevði vilja havt eitt snarligt løgtingsval.
Men fyribils vátta løgmaður og Høgni Hoydal, at løgtingsvalið ikki verður útskrivað týsdagin komandi.