Einki kom burtur úr fundinum

Høgni Hoydal helt eftir fundin við danska løgmálaráðharran, at embætismenn hjá pørtunum júst tað sama kundu havt hildið fundin

Føroysku landsstýrisfólkini ásannaðu eftir fundin við danska løgmálaráðharran seinnapartin mánadagin, at einki veruligt úrslit spurdist burturúr.

- Hesin fundurin kann ikki brúkast til nakað, tá vit hitta donsku stjórnina hósdagin. Tað kundi eins væl verið embætisfólk hjá pørtunum sum hittust, tí Frank Jensen hevði ongar heimildir fingið til at samráðast nakað upp á pláss, segði Høgni Hoydal, varaløgmaður, á tíðindafundinum mánakvøldið.

Endamálið við fundinum var sambært landsstýrinum at fáa partar av samráðingunum endaliga upp á pláss, meðan danska stjórnin helt, at talan var um fyrireikandi fund, sum skuldi lætta um fundin í morgin.

- Vit hava tikið nøkur smá fet fyri at skilja støðuna hjá hvørjum øðrum, og tá tað nú eina ferð eru politikarar sum føra samráðingarnar hósdagin, er tað gott við einum slíkum fundi, helt Frank Jensen, løgmálaráðharri.


Politiski viljin manglar

Undan fundinum var ósemja um, hvat ætlanin við fundinum var.

Landsstýrið vildi hava ítøkilig úrslit burtur úr, meðan danski løgmálaráðharrin noktaði fyri at gera nakra ávegis semju. Danski politikkurin í hesum samráðingunum hevur verið, at eingin semja er gjørd, fyrr enn semja er um øll økini, sum samráðst verður um.

- Tað er eingin løgfrøðislig ella umsitingarlig forðing fyri at gera eina avtalu um ríkisborgararættindini. Nú er tað ein spurningur um politiskan vilja, men har mugu vit ásanna, at danir eru ikki hugaðir fyri eini avtalu um javnbjóðis rættindini hjá hvørjum øðrum, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaðurin, sum eisini var við á fundinum mánadagin.


Vanlig mannagongd

- Landsstýrið harmast, at vit ikki kundu koma til nakra felags niðurstøðu í dag, tí tað er trupult at koma víðari við samráðingunum, tá ongar niðurstøður verða gjørdar, segði Høgni Hoydal.

Hann helt, at Frank Jensen ongar heimild hevði fingið til veruliga at samráðast við landsstýrið og at finna semju, og tí kundi einki ítøkiligt úrslit spyrjar burturúr.

Men hesum var danski løgmálaráðharrin ósamdur við honum í.

- Her er talan eina púra vanliga mannagongd, tá talan er um samráðingar, og tí er einki galið við mínum heimildum at samráðast. Soleiðis eru samráðingar, segði Frank Jensen.

Hósdagin hittast landsstýrisfólkini og Frank Jensen aftur, men tá verður tað í einum størri forum við fleiri umboðum fyri landsstýrið og donsku stjórnina.